180 HAVA MELDA SEG TIL ROYKIÁTAKIÐ UM ÁRSSKIFTIÐ

Sms-skipanin hjá Fólkaheilsuráðnum virkar alt árið, tó koma tær flestu tilmeldingarnar um ársskifitð, soleiðis er eisini í ár.

180 fólk hava meldað seg til átakið hjá ”Kom og legg av 2020”. Fólkaheilsuráðið fegnast um stóru luttøkuna, og vísir á, at enn ber til at melda seg til átakið.

Melda til við at senda eitt sms við tekstinum: gevst til nummar 1919

Royndirnar frá hinum árunum hava víst, at nógv melda seg til ígjøgnum januar mánað, so vit rokna við, at tað koma nakrar tilmeldingar afturat.