Tað er longu ein sólskinssøga

Í næstu viku fer eitt átak í gongd, sum hevur til endamáls at fáa tey børn, sum vórðu fødd í árinum 2000, ið ganga í 6. flokki nú, at lata vera við at roykja. Tað vil siga, at tey ongantíð skulu hava smakkað tubbak.

Hóast átakið at gera 2000-árgangin roykfrían ikki er byrjað enn, so siga vit kortini her í Fólkaheilsuráðnum, at hetta er ein sólskinssøga longu, tó at vit áttu at sagt: “tað verður ein... “. Tað eru so nógv tekin í løtuni um bata, at vit ikki hava grund til annað, enn at trúgva uppá tað, vit fara í gongd við nú.

Líka síðan 2008, sum var Altjóða tubbaksár, hava átøk ímóti royking verið høgt raðfest í Fólkaheilsuráðnum. Tølini tala eisini fyri seg, har vit síggja, at hugburðurin seinastu tíggju árini er rættiliga nógv broyttur við atliti at royking; hetta er at fegnast um.

Í 2002 var talið av teimum vaksnu í Føroyum, ið royktu, rættiliga stórt - eitt sindur undir 40%. Talið liggur nú á leið 24%, og vit rokna við, eftir nógv átøk, at síggja eina lækking uppá eini 4% í ár, so vit nærkast niður ímóti teimum 20 prosentunum. Eftir er so bert at vóna, at ungdómurin fylgir við og fer at bøta um hagtølini, sum eisini tørvur er á, tá borið verður saman við londini rundanum okkum.

Tað er tó hugaligt at hoyra frá teimum, sum arbeiða við børnum, at næstan eingin teirra roykir longur. Í nógvum skúlaflokkum roykir eingin, og í øðrum eru kansa einir tveir næmingar av 30, sum roykja. Hava avmarkingarnar í roykimøguleikum gjørt, at minkingin er so markant, at hetta longu byrjar at virka á ungdómin, tá hugsað verður um tey 15 ára gomlu, so er nógv vunnið, og tað er at gleðast um. Kemur fyrst ferð á, og vit varðveita hesa gongdina, ja so er einki óført. Stórar ætlanir eru við 2000-árganginum, sum skal vera roykfríur.  Ætlandi fer Fólkaheilsuráðið út í hvønn krók í landinum, har ráðið hevur sítt læraraumboð í hvørjum tí einasta skúla í landinum.

Hugsanin er, at hesi, sum nú eru tólv ára gomul, skulu gerast sendifólk fyri sakina. Tey skulu vera fyrmyndin hjá teimum yngru flokkunum, sum koma eftir tey, samstundis sum tey skulu halda tey, ið eru eldri enn tey sjálvi, í ábyrgd fyri somu søk. Tað vil siga venjarar, lærarar, foreldur og onnur skulu vera undir ávirkan av hesum ”mynstur árgangi”. Eingin ivi er um, at tað fer at muna at fáa allar skúlar í landinum við til tiltakið, hetta man fara at hjálpa okkum at fáa tølini fyri tey 15 ára gomlu, sum roykja, niður um 5% innanfyri tvey til trý ár. Tá er ikki langt eftir niður á 0%.