Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu 25 ár -

Fólkaheilsuráðið ynskir til lukku við degnum

Fríggjadagin var móttøka á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Pál Weihe hevði áhugaverdan fyrilestur um tey seinastu tjúgufimm árini í granskingarhøpi. Tað vóru mong, sum stukku inn á gólvið henda seinnaparin at heilsa uppá.


Nú í mai verður Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu  25 ár. Tað var landsstýrismaðurin í heilsumálum 1988, Vilhelm Johannesen, sum tók stig til henda nýggja stovnin í Sjúkrahúsverki Føroya. Tað serliga við deildini var, at yvirlæknin sambært starvslýsingini hevði granskingarskyldu. Upprunaliga var játtanin til ein serlækna í arbeiðslæknafrøði, ein skrivara og eitt hálvt reingerðarfólk. Og tað er stórt sæð játtanin enn í dag, sjálvt um starvsfólkini nú eru vaksin í tali, í løtuni 10. Tey eru lønt av tíðaravmarkaðum granskingarjáttanum, serliga útlendskum, men eisini heimligum. Virksemið hevur verið fjølbroytt: Vanlig sjúklingaútgreining, meting av arbeiðsførleika, meting av arbeiðsplássum og so vágameting fyri einstaklingar og bólkar. Eisini er deildin ráðgevi hjá Arbeiðseftirlitinum og Skipaeftirlitinum í arbeiðsmedicinskum spurningum. Granskingarvirksemið hevur verið víðfevnt, men høvuðsdenturin hevur verið lagdur á, hvussu dálkaringarevni úr havinum kunnu ávirka heilsuna hjá føroyingum, serliga børnum og ungum. Rokna vit allar kanningar við, íroknað spurnakanningarnar, man ein stórur partur av Føroya fólki onkuntíð hava havt við deildina at gera. Hetta granskingarvirksemið er komið í lag og framt í góðum samstarvi við nógvar ymiskar útlendskar stovnar. Fyrst og fremst umhvørvismedicinsku deildina á Syddansk Universitet, men eisini við Keypmannahavnar Universitet,  Arbejdsmiljøinstituttet og Forskningsenheden for Maritim Medicin í Danmark, Århus Universitet, Universitetini í Tokyo og Akita, Boston Universitetið og Harvard School of Public Health, umframt Center for Disease Control í Atlanta. Beint nú arbeiða vit við granskingarverkætlanum innan immunverjuna hjá børnum, sáðgóðsku, perfloureraði dálkingarevni í føroyingum, Parkinsons sjúku og sukursjúku. Umframt hetta fer fram granskingarfyrireikandi virksemi – her verður hugsað um FarGen verkætlanina og so eitt framhald av verkætlan um strongd/møði hjá sjófólki.

foto: Ólavur Jøkladal