270 HAVA MELDA SEG TIL ROYKIÁTAKIÐ HJÁ FÓLKAHEILSURÁÐNUM.

 


270 fólk hava meldað seg til átakið hjá Fólkaheilsuráðnum ”Kom og legg av 2015”. Ráðið fegnast um stóru luttøkuna, og vísir á, at enn ber til at melda seg til átakið. Tú kanst melda til gjøgnum alt árið og kanst byrja nær tað skal vera.

Royndirnar frá 2013 og 2014 hava víst, at nógv melda seg til ígjøgnum januar mánað, so vit rokna við, at vit koma rættiliga nógv hægri enn.

Melda til við at senda eitt sms við tekstinum: gevst til nummar 1919


www.folkaheilsa.fo