274 eru virkin í sms-skipanini

Útvið 300 føroyingar eru virknir í sms-skipanini hjá Fólkaheilsuráðnum. Vit rokna við, at øll hesi koma á mál við sínum ætlanum hesa ferð. Sostatt skuldi átakið fingið tølini fyri roykjarar at farið niður við einum prosentstigi. Tað byrjaði við umleið 5-600 tilmeldingum um ársskiftið, men tað eru altíð ein helvt, sum tekur seg úr skipanini.

Hátturin er, at X-roykjarin fær stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina. Hann fær eini sms boð dagliga við einum stuttum hjálpandi boðskapi, sum stuðlar honum í at halda fast við avgerðina at steðga við at roykja.


Fólkaheilsuráðið er sera væl nøgt við, at so mong taka undir við átakinum. Tað er ikki bert um ársskiftið at meldast kann til sms-skipanina, men hetta kann gerast alt árið. Tú kanst byrja nær tað skal vera.

Melda til við at senda eitt sms við tekstinum gevst til nummar 1919