Hendan myndin er frá túri runt um Toftavatn fyrr í summar.

300 gingið túr við Fólkaheilsuráðnum

13 gongutúrar og uml. 300 fólk. Tað gjørdist úrslitið av átakinum, sum Fólkaheilsuráðið hevur skipað fyri í summar, har ókeypis, lættir gongutúrar við ferðaleiðara hava verið á skránni. 

 

Í summar hevur Fólkaheilsuráðið skipað fyri rørsluátaki, har gongutúrar hava verið á skránni hvønn mikudag í skúlasummarfrítíðini. Endamálið við túrunum var at fáa fólk, ið vanliga ikki ganga túrar út at røra seg. 


Gongutúrarnir, sum hava verið 13 í tali, hava verið kring alt landið. Vit hava m.a. gingið í Saksun, Klaksvík, Runavík, í Vági, Froðba, Fuglafirði, út á Bøssdalafoss, í Havn, á Sandoynni og fleiri aðrastaðni.


Bestu undirtøkuna hevði túrurin í Saksun, har eini 60 fólk komu við, og eisini vóru teir báðir túrarnir í Vágum serliga væl umtóktir. 


Fólkaheilsuráðið takkar gongufólki, Kunningarstovunum og ferðaleiðarunum fyri eitt frálíkt gongusummar.


Á Facebooksíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum ber til at síggja myndir frá nøkrum av túrunum. Trýst her fyri at koma til síðuna.