Heiðurspláta til vinnandi skúlan

53 flokkar hava meldað seg til kappingina “Ársins roykfríi skúli 2013”

Í gjár kl. 17 var freistin úti at melda seg til Ársins roykfría skúla 2013, og tá høvdu 53 flokkar frá 5. til 10. flokk meldað seg til kappingina. Hetta eru 21 fleiri enn í fjør, tá 32 flokkar meldaðu til kappingina.

Aftur í ár tørnar Fólkaheilsuráðið út við kappingini um Ársins roykfría skúla 2013. Í fjør var tað 6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt, sum vann skúla sínum tann heiður at vera Ársins roykfríi skúli. Tá luttóku 32 skúlaflokkar kring alt landið í kappingini, har flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 10. september til 10. oktober. Tað bar á mál hjá 20 flokkum og í einum lutakasti var tað so, at hesin flokkur vann.

Umframt at vinna skúla sínum heiðursplátu sum váttan fyri vinningin, verður flokkurin eisini boðin til eitt spennandi kvøld í Bowlinghøllini á Hálsi við mati, bowling, tónleiki og vatnbóltum.