Kom og legg av 2013

567 fólk hava longu meldað seg til átakið hjá Fólkaheilsuráðnum Kom og legg av 2013. Ráðið fegnast um stóru luttøkuna, og vísir á, at enn ber til at melda seg til átakið við at senda “gevst” til 1919.

Undan jólum fór ...Fólkaheilsuráðið undir átakið at bjóða roykjarum at melda seg til ein nýggjan hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hátturin er, at X-roykjarin fær stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina. X-roykjarin fær eini sms boð dagliga við einum stuttum hjálpandi boðskapi, sum stuðlar honum í at halda fast við sína avgerð. Hetta røkkur yvir tríggjar mánaðir, har boðini koma hvønn dag fyrstu fýra vikurnar og einaferð um vikuna restina av tíðini. Góðar royndir hava verið við hesum háttinum í útlandinum.
340 hava meldað seg til skipanina, sum er púra ókeypis. Fólkaheilsuráðið er sera væl nøgt við, at so mong hava tikið undir við hesum átakinum, og vísir á, at enn ber til at vera við.
Fólk kunnu framvegis melda seg til hetta komandi hálva árið. Tú kanst byrja nær tað skal vera.
Melda til við at senda eitt sms við tekstinum “gevst” til 1919
www.folkaheilsa.fo