04. juli 2017

Trivnaður og sálarlig heilsa

Fólkaheilsuráðið arbeiðir í løtuni við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Ein týðandi partur snýr seg um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í samstarv við feløg, kommunur og stovnar.

Fólkaheilsuráðið arbeiðir í løtuni við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Monika Mohr er sett í starv í Fólkaheilsuráðnum frá 1. august 2017 og skal seta í verk og menna hesa verkætlan í Føroyum. Monika Mohr er útbúgvin cand.mag. í sálarfrøði og heilsufremjan og heilsustrategi og hevur arbeitt við innleiðandi partinum av hesi verkætlan seinastu mánaðirnar. 

Hvat er ABC fyri sálarliga heilsu?

ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Ein týðandi partur snýr seg eisini um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í samstarv við feløg, kommunur og stovnar.

Sálarlig heilsa er alt tað, ið ger lívið vert at liva, og tað hevur eins stóran týdning, at vit styrkja okkara sálarligu heilsu eins og okkara likamligu heilsu. Við at vera virkin á ymiskan hátt, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri einstaklingin, kunnu vit styrkja og bøta um okkara sálarligu heilsu. Hetta er av stórum týdningi fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum. ABC fyri sálarliga heilsu er fyrsta granskingargrundaða átakið, sum er fyri øll.

Ætlanin hevur í sær ráð, sum vit møguliga ikki fáa raðfest, hava orku til í gerandisdegnum, ella sum vit longu kenna, men hava gloymt. Hesi ráð eru ein einføld, ítøkilig og jalig leiðbeining, sum vit kunnu taka til okkum fyri at styrkja okkara sálarligu heilsu:

VER VIRKIN: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.

 

VER SAMAN: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av.

 

VER HUGBUNDIN: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp eini ommu ella vini við onkrum.

Samstarvsfelagar

Ein týðandi partur í hesi verkætlan snýr seg um at fremja møguleikan fyri at vera partur av einum felagsskapi. Tí samstarva vit við kommunur, feløg og stovnar um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í nærumhvørvinum í ymiskum bygdum og býum í Føroyum. Higartil eru samstarvsfelagarnir hesir, og teir eru við til at røkka út til ein breiðan málbólk í Føroyum:

Klaksvíkar Kommuna

Sunda Kommuna

ÍSF

Almannaverkið

SSP

Reyði Krossur Føroya

Føroya Skótaráð

Meira verður at frætta um teirra arbeiði seinni. Eisini rokna vit við, at aðrar kommunur og felagsskpair verða við seinni.

 

Um tit eisini hava hug til at gerast samstarvsfelagi, ber til at seta seg í samband við Fólkaheilsuráðið og hoyra nærri: fhr@folkaheilsa.fo

 

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Magna Mohr, formann í Fólkaheilsuráðnum á telefon 29 22 70

ABC_kunning.pdf   Kunning um ABC verkætlanina