ABC krabbagággan

 ABC krabbagággan er eitt gott amboð, til at tosa um sálarliga heilsu. Um alt tað, sum ger lívið vert at liva - tað, ið gevur lívinum meining, gleði og virði. 

Krabbagággan kann brúkast til bæði størri børn, ung, vaksin og eldri og millum ymisk ættarlið. Krabbagággan er eisini hent at brúka í ymiskum felagsskapi, til at seta samrøður í gongd, tá fólk ikki kennast so væl. 

ABC krabbagággan kann brúkast í familjuni, millum vinir, til føðingardagar, á fundum, til tiltøk o.s.fr.

Prenta krabbagágguna, og fylg vegleiðingini á grønu baksíðuni. 

ABC Krabbagágga at prenta.pdf