ABC-vikan 2018 - fimm filmar framleiddir til átakið

ABC-vikan 2018, har fimm filmar vórðu framleiddir til at vísa gjøgnum vikuna.

Gjøgnum ABC vikuna verða fimm filmar almannakunngjørdir, sum kunnu geva íblástur til og kunning um atferð, sum kann hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna. Við filminum verður dentur lagdur á, at tað kann vera einfalt at betra um sína sálarligu heilsu. Hetta er nakað, sum fleiri longu gera, men kanska ikki eru tilvitað um hevur jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna. Fyrsti filmurin kemur út í dag. 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=q3vh8-ekQXs]
Í ABC vikuni almannakunngera vit fimm ABC filmar. Fyrsti filmur er her. Filmurin snýr seg um, hvussu kórsangur í ABC samanhangi kann geva gleði, styrkja um felagskensluna og tað at vera saman um okkurt, sum hevur stóran týdning fyri einstaklingin.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=nndKEReOBBY]
Borghild, Martin og børnini duga væl at røkja sína likamligu og sálarligu heilsu. Tey gera nógv saman, sum gevur meining og hugbindur tey. Millum annað svimja tey á sjónum og fáa sær okkurt gott omaná.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=5VuEjp64twA]
Eyðbjørg vitjar gomul fólk saman við ommu síni Oddvá; hetta gevur henni nógv, men eisini ommuni, sum samstundis er saman við ommudóttrini Eyðbjørg. Ikki minst fyri hann, sum far vitjan - í hesum førinum Bjarni Jøkladal, hevur hetta sera stóran týdning.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=3JswBOMA1P0]
Poula Patursson gongur til veving, soleiðis er hon virkin í síni frítíð saman við øðrum. Hetta gevur henni nógv í gerandisdegnum, har hon kann seta ferðina niður eina løtu og vera hugbundin. ABC: ver virkin, ver saman, ver hugbundin.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=W-zCaM4v5rE]
Presturin Heri Jógvan Joensen vitjar í Vágsbotni og gongur túr við hundinum úti í Havnardali. Filmurin er gjørdur í sambandi við átakið hjá Fólkaheilsuráðnum ABC fyri sálarliga heilsu.