
Ársins roykfríi skúli
Tað var 5. a á Skúlatrøð, sum í heyst vann kappingina Ársins roykfríi skúli 2016.
Vinningurin, ein konsert við
Danny & the veetos, varð handaður í morgun í badmintonhøllini í Klaksvík.
5. a valdi nevniliga at bjóða
øllum skúlanum til konsertina. Heili 800 næmingar komu til konsertina saman við
lærarum.
Skúlastjórin Vagn Foldbo bjóðaði
vælkomin.
Magni Mohr, formaður í
Fólkaheilsuráðnum, ynskti flokkinum og skúlanum til lukku. Flokslærarin hjá 5.a,
Anna Maria á Lakjuni, fekk handa silvurplátuna við áskriftini “Ársins roykfríi skúli 2016”.
Danny & the veetos vóru
frískir og spældu sjálvandi kenda sangin “Alright”. Hýrurin var góður, næmingar
og lærarar tóku undir við sangunum.