Avrikssáttmálar undirskrivaðir við Heilsumálaráðið

Avrikssáttmálar undirskrivaðir við Fólkaheilsuráðið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

11. mars skrivaðu Pál Weihe og Turid Arge undir mál- og avrikssáttmálar millum ávikavist Heilsumálaráðið og Fólkaheilsuráðið og Heilsumálaráðið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Sáttmálarnir lýsa uppgávurnar, arbeiðsøkið og virksemið hjá stovnunum í 2015.

Millum fokusøkini hjá bæði Fólkaheilsuráðnum og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er at fyrireika skipan av nýggja Fólkaheilsustovninum saman við Heilsumálaráðnum.

Avrikssáttmálin við Fólkaheilsuráðið sæst her og avrikssáttmálin við Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu sæst her