Ester fær virðisløn handaða

Børnini vóru fegin

Sirið Stenberg, landstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálum handaði í gjár, vegna Fólkaheilsuráðið, virðislønir til vinnarnar í teknikappingini, sum var í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin.

Tríggir vinnarar fingu handað virðislønir uppá 500 krónur hvør. Inn vóru komnar omanfyri 400 tekningar úr øllum landinum; frá einstaklingum, barnagørðum og skúlum.

Sirið Stenberg nevndi, at tekningarnar vóru flottar og tær fevndu breitt, frá at vera informativar til at vera óhugnaligar. Í røðuni legði Sirið dent á, at tey ungu og børnini við at vera við í hesi teknikapping, eru við í arbeiðinum at fyribyrgja og minka um roykingina í Føroyum, og tað var hon teimum sera takksom fyri. Hon takkaði eisini øllum fyriskiparunum av kappingini, og tí sum verður gjørt fyri at varpa ljós á Altjóða roykfría dagin. Eisini takkaði hon SMS fyri at leggja karmin til tiltakið.

Fólkaheilsuráðið ynskir hesum børnunum til lukku við virðislønunum:

 

Ester Vang, 5 ár, Tórshavn

Benjamin Solberg, 10 ár, Kollafjørður

Jónas J. Langgaard, 14 ár, Tórshavn

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=xOMk1IyIW00]