Útivikan nærkast í hvørjum, her eru góðar fyrimyndir hjá tær og hjá mær.

Børnini saman við Tóru úr Dagstovninum á Argjum hugnaðu sær fyrrapartin á bátabrúgvunum frammanfyri tey gomlu pakkhúsini á Skálatrøð. Tey síggjast her eta rugbreyð við onkrum góðum sunnum føroyskum viðskera.

Tóra segði mær, at børnunum dámar serliga væl sild, sum ivaleyst er tann viðskeri, tey taka fram um magnt annað. Stovnurin hevur eina serliga kostætlan, har børnini fáa tvær máltíðir um dagin.


Ólavur Jøkladal