Løtumyndir frá Rørslufagnaðinum í Tórshavnar kommunu

Fyri góðum mánaði síðani var Rørslufagnaður í Tórshavnar kommunu fyri aðru ferð. Eini 2500 fólk í øllum aldri hugnaðu sær saman í Gundadali. 

Tað ber til at gera ABC uppá alskyns mátar. Sum filmurin vísir ber til at ganga, spæla krabbagággu, fótbólt, telva, tekna, vera við í togtogan ella stimbra sansirnir á einum sansibana. Hvussu ert tú virkin, saman og hugbundin?

Ver virkin, ver saman, ver hugbundin - tað er ABC fyri sálarliga heilsu :)  

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=DWR_e6SAfOM&feature=youtu.be]
Rørslufagnaðurin 2019 hjá Tórshavnar kommunu og Fólkaheilsuráðnum