Eitt heilsu- og trivnaðarátak

 

Eitt heilsu- og trivnaðarátak

Kanningar í grannalondum okkara vísa, at meiri ítróttur í skúlanum og dagstovnum hevur jaliga heildar ávirkan á lívsgleðina hjá børnum og ungum, umframt jaliga ávirkan á innlæringsevnini, á konsentratiónsevnini.



Ítróttarløta í Vágs skúla og í Eikilund hvønn dag
Skipaðan ítrótt í 15 minuttir hvønn dag í 2. flokki í Vágs skúla og fyri barnagarðsbørn í Eikilund

 

Í farnu viku varð gjørt av, at ítróttarbreytin í Vágs skúla komandi skúlaár verður víðkað til, umframt at fevna um 8. og 9. flokk, eisini at fevna um 6. og 7. flokk. Steðgað verður ikki har, tí nú verður sett enn meiri fokus á ítrótt í Vágs skúla og hartil eisini í dagstovninum Eikilund, við skipaðum ítrótti hvønn dag.

 

Bakgrund

Kanningar í Føroyum vísa, at børn og ung í Føroyum, eins og í restina av vesturheiminum, gerast alsamt meiri yvirvektig, at tey viga ov nógv í mun til hædd og aldur. Kanningar staðfesta eisini, at ein lutfalsliga stórur partur av føroyskum børnum stríðist við ovurfita.

 

Við ovurfita hjá børnum fylgja fleiri heilsuligir trupulleikar, t.d. diabetis2 og knogleskørhed á ungum aldri, men tað fylgja eisini nógvir sosialir trupulleikar við ovurfita.

 

Børn við ovurfita verða í størri mun enn onnur happaði, bæði orsaka av kropsbygnaði og orsaka av, at tey ikki, í sama mun sum onnur, eru før fyri at luttaka í skipaðum ítrótti og rørsluligum leiki.

 

Manglandi luttøkan í skipaðum ítrótti og/ella í rørsluligum leiki í frítíðini førir eisini við sær, at tey ikki í sama mun gerast partur av sosialum bólkum við javnaldrar, og tískil verða meiri og meiri isoleraði. Hetta hevur stóra ávirkan á lívsgleðina og lívskvalitetin í barna- og ungdómsárunum. Og hevur sostatt eisini stóra ávirkan á, um tú hevur góð ella ring barna- og ungdómsár.

 

Av somu orsøk mugu avbjóðingarnar við ovurfita millum børn og ung eisini takast í álvara. Hetta eru avbjóðingar, sum er kring alt landið, og Vágs kommuna hevur nú sett sær fyri at gera nakað við hesar avbjóðingar.

 

Ítrótt hvønn dag í Vágs skúla og í dagstovninum Eikilund

Vágs kommuna hevur í góðum samstarvi við Vágs skúla og dagstovnin Eikilund skipað fyri, at skipaður ítróttur verður í Vágs skúla og í dagstovninum Eikilund hvønn dag.

 

Hetta er eitt átak, sum vit nevna Ítróttarløtan.

 

Í Vágs skúla verður talan um eina royndarverkætlan, sum byrjar komandi skúlaár, har 2. flokkur í Vágs skúla skúlaárið 2014/15 fer at hava ítrótt í 15 minuttir hvønn dag. Serkøn innan venjing og rørslu koma saman við lærarum og skúlaleiðslu at menna 20 venjingar á 15 minuttir, sum verða grundarlag undir ítróttarløtuni.

 

Í dagstovninum Eikilund eru tey longu byrjaðu við ítróttarløtuni, sum er fyri barnagarðsbørn fyrrapartin hvønn dag.

 

Í Vágs skúla verður ítróttarløtan løgd afturat vanligu ítróttartímunum á tímatalvuni hjá 2. flokki, eins og ítróttarløtan í Eikilund kemur afturat vanliga ítróttar- og rørsludegnum, sum er hvørja viku.

 

Venjingarnar verða skipaðar við teirri grundhugsan, at tað skal verða stuttligt at røra seg. Tað er av týdning, at ítróttarløtan gerst ein góð smílandi løta, sum næmingarnar og barnagarðsbørn gleða seg til. Er tað lætt í sinninum at fara til ítróttarløtuna, so er hugurin til at luttaka eisini størri. Ítróttarløtan verður innihaldsliga skipað soleiðis at tær eisini fevna um rørslur og venjingar, sum gransking vísir hava ávirkan á innlæringina.

 

Eitt heilsu- og trivnaðarátak

Kanningar í grannalondum okkara vísa, at meiri ítróttur í skúlanum og dagstovnum hevur jaliga heildar ávirkan á lívsgleðina hjá børnum og ungum, umframt jaliga ávirkan á innlæringsevnini, á konsentratiónsevnini.

 

Endamálið við at seta í verk skipan við ítrótti hvønn dag í Vágs skúla og dagstovninum Eikilund skal sostatt bæði síggjast sum ein miðvís ætlan at hjálpa um heilsuligu og sosialu trupulleikarnir, sum standast av ovurfita, samstundis sum hetta hevur eina jaliga ávirkan á innlæringsevnini, á tey fakligu úrslitini hjá næminginum.

 

Ikki minst so er hetta ein liður í heildarætlanini hjá Vágs kommunu, har fokus er sett á at skapa best gjørligu trivnaðar umstøður fyri børn og ung í Vági, og at geva okkara børnum og ungu so góðar upplivingar í barna- og ungdómsárunum sum til ber.