ESPAD kanningin 2015

ESPAD kanningar í Føroyum hava verið gjørdar 4. hvørt ár síðani 1995.

Kanningin verður gjørd í 35 londum í Evropa.

Stavirnir umboða: European School Survey Project on Alcohol and Other drugs.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu saman við Fólkaheilsuráðnum hevur  allan mars mánað ferðast kring landið og kannað støðuna hjá 9. floks næmingunum. Hetta er 6. ferðin at ESPAD kanningin er gjørd í Føroyum. Av teimum 671 næmingunum, sum ganga í 9. flokki í ár, hava 579 teirra svarað spurnablaðnum, sum fyllir einar 20 síður. Ymiskar umstøður hava gjørt, at 92 teirra ikki hava svarað. Í støðum hevur luttøkan kortini verið 100%, meðan í øðrum førum hevur mannfallið verið stórt; hetta kemst millum annað av, at árstíðin hevur havt krím við sær.  Tó skal sigast, at vit eru væl nøgd við, at 86% hava svarað. Hetta skuldi verið góð umboðan fyri árgangin og sostatt givið álítandi tøl at gera okkara metingar út frá.


Næmingarnir hava sitið við hesum spurnablaði, sum um teir vóru til roynd. Vit kunnaðu tey um, at svarini eru loynilig, og at vit  ikki samanbera skúlar í Føroyum, men bert samanbera okkum við hini londini og soleiðis gera okkara metingar av støðuni hjá hesum árgangi. Hetta eru virðismiklar dátur, tá vit longu hava dátur fyri tey seinastu tjúgu árini.


Kanningin fevnir millum annað um rúsdrekka og rúsevni, umframt at stórur  áhugi er at vita, hvussu støðan er í mun til dagliga royking hjá hesum ungu. Eftir at hava ferðast kring landið og annars havt samband við skúlarnar, tora vit at siga, at talan er um markant fall í talinum av dagligum roykjarum í aldursbólkinum; hetta fáa vit tó ikki sagt meira um, fyrrenn vit hava eina endaliga frágreiðing.


Komandi ár kemur so tann stóra ESPAD frágreiðingin, har øll hini londini eisini eru umboðað, og tá fáa vit so høvið at samanbera okkum við bæði grannalond og øll hini londini kring Evropa.


Seinasta ESPAD kanning, sum var gjørd, er frá 2011 og samandráttur  úr henni kann lesast í virkisfrágreiðingini 2008-2013, sum er at finna á heimasíðuni hjá Ráðnum.


http://www.folkaheilsa.fo/faldarar.html