Et fjølbroytt, ikki ov nógv og rør teg

Ídag eta fólk vanliga meira fjølbroytt enn áður, tá ikki bar til at fáa fatur í øllum matvørum. Serliga í Føroyum hevur maturin verið heldur meira einstáttaður enn hann er í dag. 

Men kostkanningar frá eitt nú Danmark vísa, at vit enn eta ov lítið av fiski í mun til kjøt og ov nógv sukur og salt. 

Fjølbroyttur matur gevur ymisk føðsluevni og minkar um vandan fyri at fáa ov nógv av einum føðsluevni. Av og á eru ymisk heilsurák og klænkingarkurar, sum seta avmarkingar á ymiskar matvørur, ella kurar har tú bert etur heilt fáar matvørur í longri tíð. Maturin verður tá ov einstáttaður og vandi er fyri at fá føðslutrot ella at fáa ov nógv av ávísum føðsluevnum. 

Tú skalt altíð hugsa um at eta fjølbroytt fyri at fremja heilsuna. Tað hevur týdning ikki at eta ov nógv og at halda teg í gongd við at røra teg. Rørsla gevur vælveru og kann fyribyrgja  sjúkum sum eitt nú diabetes. Við at hugsa um ikki at eta ov nógv og at røra teg dagliga er tað lættari at halda eina normala vekt.