Et frukt og nógv grønmeti

Frukt er blivin alsamt meira vanlig hjá fólki at eta, men vit eiga at eta meira grønmeti. 

Et 6 um dagin, svarandi til 600 gramm, har minst helvtin skal vera grønmeti. Grønmeti er heilsugóður matur, ið gevur tær kosttrevjar, vitaminir og mineralir. Kanningar hava víst, at grønmeti kann minka  um vandan fyri diabetes, hjarta-æðrasjúkum og krabbameini. At eta nógv grønmeti hevur við sær, at tú etur minni av kalorium, og tí fært tú lættari við at halda vektina normala. 

Brúka føroyskt grønmeti fyrst og fremst, og vel grønmeti eftir árstíðunum. Fryst grønmeti eisini kann brúkast, har góðskan ofta er líka góð sum á frískum grønmeti, ið er flutt úr fjarskotnum londum.