Fiskur í fokus við familjuborðið

Nýggjur filmur frá Fólkaheilsuráðnum vísir føroysku barnafamiljuni, hvussu lætt og lekkurt tað er at gera fisk til døgurða. Filmin sært tú niðanfyri og uppskriftina fært tú her.

Í filminum hitta vit eina vanliga føroyska barnafamilju. Føroyski amerikumaðurin Joel Cole setir sær fyri at fara á óbodna vitjan hjá eini barnafamilju á Hvítanesi. Við sær hevur Joel leskiligan føroyskan laks og vísir teimum, hvussu tey í felag gera ein lekkran fiskadøgurða. Vit hitta Óluvu Gunnarsdóttir og Ian Skylv Hansen og tey trý børnini Helenu 10 ár, Bjarta 7 ár og Marna 2 ár. Joel ger tað leikandi lætt og fær alla familjuna við í matgerðina. Á vegnum hendir ymiskt stuttligt og óvæntað. 


Kostráðini: Et meira av fiski

Fiskur er góður og sunnur matur við nógvum góðum føðsluevnum í, eitt nú omega-3 feitt, D-vitamin og selen. Tað tykist tó, sum at fiskur stendur niðarliga á ynskilistanum og innkeypslistanum, tá barnafamiljan skal til handils ella gera døgurða. Tí hevur Fólkaheilsuráðið gjørt av, at fiskur skal vera eitt høvuðsfokusøki í 2014.

Tey 10 kostráðini eru nýliga komin út av nýggjum og síggjast her.

[vimeo=http://vimeo.com/111400508]
Filmurin í fullari longd

uppskrift_fra_filminum.pdf