Et minni av mettaðum feitti

Fyrr mæltu almennu kostráðini til at eta minni av feitti. Smør skuldi burtur og kjøtið skuldi steikjast á turrari pannu. Betur var at eta meira av rís, pasta og breyði heldur enn feita sós og kjøt. Nakað av hesum er enn galdandi, men har tilráðingin fyrr var at minka um feittið, so er hon meira litføgur í dag. Mettað feitt og nakað av fleirómettaðum feitti, tær sokallaðu omega-6 feittsýrurnar, skulu minkast – men tú eigur í staðin at eta góðar feittsýrur heldur enn at skera alt feittið burtur. Kanningar tær seinastu árini vísa, at tað er ikki gott at skera feittið burtur og eta meira av breyði, rís og pasta, sum nógv fólk gjørdu í samband við gomlu tilráðingarnar. Heldur tvørturímóti! Tað hevur stóran týdning, at tú fært nóg mikið av tí góða feittinum, harav einkultómettað feitt og omega-3 feitt. Við øðrum orðum er tað gott fyri kroppin at eta bæði laks, sild, makrel, avokado, nøtur, mandlir, oliven hóast hesi eru feit, tí hjá flestu fólkum verður etið ov lítið av hesum. Javnvágin í blóðinum millum feittsløgini er tað, sum hevur týdning. Í vanliga matinum fáa flest okkara ov mikið av tí mettaða og fleirómettaða feittinum frá viðskera, kjøti, lidnum kakum og keks, men ov lítið av einkultómettaða feittinum sum er í oliven, avokado, nøtum og mandlum og omega-3 feitti sum er í feitum fiski sum laksi, makrel og sild.

Tað hevur stóran týdning at býta mettaða feittið um við betri sløg av feitti – ikki er neyðugt at eta ov soltið, um feittið er av tí góða slagnum!  Tað merkir, at býtir tú mettaða feittið um við stívilsi, so er tað ikki betri fyri æðrarnar. Tá feittið er frá fiski, skal tað gjarna vera so feitt sum møguligt.