Fá tey ungu at leggja av

Komandi viku skipar Fólkaheilsuráðið fyri skeiði, har vit bjóða teimum, sum fegin vilja verða ráðgevarar hjá ungum millum 15 og 25 ár í sambandi við royking og roykisteðg, eitt ókeypis skeið íroknað skeiðstilfar.

 

Skeiðið er á Hotel Tórshavn dagarnar 7. og 8. mai. Á skeiðnum fært tú grundleggjandi vitan um royking og roykisteðg.

 

Vit venda okkum til ungdómsleiðarar, lærarar og heilsustarvsfólk, sum hava áhuga og brúk fyri einunm amboði í sínum virksemi millum ung. Skeiðið gevur vegleiðaranum førleikar at vera ráðgevi hjá ungum, sum vilja leggja av, ella fyri tey, ið bert fegin vilja samrøða um royking. Eftir lokið og staðið skeið, hevur tú førleikar at undirvísa einstaklingum ella bólkum í roykisteðgi.

 

Far á heimasíðuna hjá Fólkaheilsuráðnum: www.folkaheilsa.fo

 

melda til á leinkju: https://www.surveymonkey.com/s/8YSF85W

 

ella

 

Hevur hetta tín áhuga, so ring og práta við Ólav Jøkladal 51 51 55

ella skriva til olavur@folkaheilsa.fo