Saman við Fólkaheilsuráðnum og Krabbameinsfelagnum skipar Gallup Føroyar fyri einum evnisdegi við kjakbólkum mánadagin, 28. januar 2013 á Hotel Føroyum. Málbólkurin er stjórar og leiðarar innan privatu vinnuna og tað almenna.

Skráin:
Kl. 8.30 – 9.00:
Morgunmatur og innskriving.
Kl. 9.00 – 9.10: Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum, setir dagin.
Kl. 9.10 – 10.10: Hälsa – en trend som blåser förbi eller ett strategiskt viktigt vägval för Föroyar? Per Gärdsell, lækni, fólkaheilsuserfrøðingur, fyrilestrahaldari og ein av grundleggjarunum av Bunkefloverkætlanini.
Kl. 10.10 – 10.30: Ávirkan og úrslit, Krabbameinsfelagið, Jákup N. Olsen, formaður.
Kl. 10.30 – 10.40: Stuttur steðgur, frukt, juice og ísvatn.
Kl. 10.30 – 11.40: ”Det krävs en hel by för att stödja barns hälsa – alla har ett ansvar” Per Gärdsell.
Kl. 11.40 – 12.10: Heilsustøða føroyinga, Pál Weihe, yvirlækni og formaður fyri Fólkaheilsuráðið.
Kl. 12.10 – 13.00: Miðmáli og kaffi/te omaná.
Kl. 13.00 – 14.45: Kjakbólkar.
Kl. 14.45 – 15.00: Stuttur steðgur, kaffi, te og dagsins køka.
Kl. 15.00 – 16.00: Framløgur frá kjakbólkunum og samanumtøka.

Kjakbólkar
Evni 1:
Barnagarðar og Skúlar
v/Snorra Patursson

Evni 2:
Frítíð, mentan og nærumhvørvið
v/Annleyg Lamhauge

Evni 3:
Arbeiðslívið
v/Bergtóru Høgnadóttir

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 18. januar 2013 á www.gallup.fo. Kostnaður: kr. 2.995,00 uttan mvg. Við í prísinum er matur og eitt eintak av Gallup Pulsinum. Luttakararnir verða býttir út á kjakbólkar seinnapartin. Um tú hevur áhuga í einum ávísum evni, ber til at melda teg til ein kjakbólk við at skriva heitið á kjakbólkinum í e-postin, tá tú sendir tilmeldingina.