Fólkaheilsuráðið lýsir eftir Átaksleiðarum

 

 

Tórshavn, 23. desember 2013                              

 

 

Átaksleiðarar til Fólkaheilsuráðið

Tvey størv sum verkætlanarleiðarar eru leys at søkja:

 

·         eitt um kost og rørslu

·         eitt um royking og rúsevni

 

Uppgávan er at fremja tey mál, sum Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri 2014, tá ræður um kost, rørslu, royking og rúsevni – http://folkaheilsa.fo/mal+og+avrik_rqgo.html

 

Tað er umráðandi, at tú ert ein skapandi, fremjandi og sjálvstøðugur persónur. Umframt at vita  nóg mikið um virkisøkini, skalt tú hava góðar samskiftisførleikar, bæði í skrift og talu, tí tú skalt einsamallur samskifta við málbólkarnar beinleiðis ella ígjøgnum miðlar. Hollir telduførleikar eru eisini ein fortreyt fyri at kunnu fremja ætlaðu avrikini.

 

Umframt serligu økini eigur tann, sum settur verður, at kunna taka á seg aðrar uppgávur, sum hava við dagliga raksturin hjá Fólkaheilsuráðnum at gera. Vit vænta, at tú hevur gjørt tær hugsanir um, hvussu uppgávurnar skulu loysast.

 

 

Størvini eru tíðaravmarkað í eitt ár. Vit miðja ímóti at seta fólk í starv 1. februar 2014.

 

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Pál Weihe á fartelefon +298 216696 ella pal@health.fo

 

Umsókn við prógvum og ævilýsing (curriculum vitae) skal sendast til niðanfyristandandi adressu. Umsóknarfreistin er 13. januar 2014

 

 

Fólkaheilsuráðið

J.C. Svabosgøta 43.

FO-100 Tórshavn

teldupostur: fhr@folkaheilsa.fo

heimasíða: www.folkaheilsa.fo