Fólkaheilsurenning 2016

Renn! tað er títt DNA

Leygardagin 4. juni kl. 14 skipa Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Bragdið og Fólkaheilsuráðið fyri Fólkaheilsurenning í Havn.
“Eg eri sera glað fyri, at tátturin við teimum vældámdu Fólkaheilsurenningunum nú verður tikin upp aftur. Hetta er eitt gott tiltak og øll kunnu vera við ” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg saman við øðrum. Tað ...stendur sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey vilja ganga ella renna teinin; mest umráðandi er at vera við.
”Við at skipa fyri Fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt og virki. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til Fólkaheilsurenningina”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Somuleiðis fegnast Sirið Stenberg um at tey trý tiltøkini Fólkaheilsurenningin, ”Kom og gang hálvmaraton” hjá Krabbameinsfelagnum og Tórshavn Marathon verða skipað samstundis, tí so hava øll møguleika fyri at fara til tað tiltakið, sum teimum dámar best.
Sirið Stenberg vónar, at onnur feløg kring landið eisini hava hug til at fara undir at skipa fyri Fólkaheilsurenningum.
Seinni í ár fer Sirið Stenberg at skipa fyri eini fólkaheilsuráðstevnu, har ein fólkaheilsuvirðisløn eisini fer at verða latin á fyrsta sinni.
Tilmelding
Tilmelding til Fólkaheilsurenningina 2016 fer fram á www.renn.fo til hóskvøldið 2. juni kl. 23. Start nr. skulu avheintast á Torginum í SMS fríggjadagin 3. juni, har eisini tilmelding kann fara fram. Luttøkugjald: Børn 0-12 ár 30 kr.; vaksin t.v.s. 13 ár og eldri 50 kr.
Start nr. er samstundis lutaseðil um ymiskar vinningar aftaná renningina. Allir luttakarar fáa frukt og okkurt leskiligt at drekka.
Upplýsing og ráðgeving um heilsu
Fríggjadagin 3. juni kl. 15-19 ber til at gera ymsar kanningar á Torginum í SMS og harvið fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna.
Meira kunning
Meira fæst at vita um Fólkaheilsurenningina við at venda sær til Fólkaheilsuráðið, telefon 30 47 00 ella á t-post: fhr@folkaheilsa.fo