Føroyska fiskasúkklan hjá Fólkaheilsuráðnum

2011 er Kostár, og Rør teg í minsta lagi 30 minuttir um dagin er eitt av teimum 8 kostráðunum. Ein góður máti at røra seg uppá er at súkkla. Fólkaheilsuráðið hevur í hesum sambandi ognað sær eina fyritøkusúkklu, ið er ein gáva frá fiskavirkinum Faroe Origin. Á súkkluni stendur kostráðið: Et fisk fleiri ferðir um vikuna.


Endamálið við hesum er, at Fólkaheilsuráðið súkklandi setur sjóneykuna á tann serstakliga heilsugóða føroyska fiskin. Tað verður ikki súkklað nógv í Føroyum, og hetta heldur Fólkaheilsuráðið er spell. Fyrr í tíðini, áðrenn bilarnir gjørdust so nógvir, varð tó súkklað. Súkkling er spakuliga fánað burtur, bæði tí tað er ómakaleysari at koyra í bili, men ikki minst tí tað er ikki sørt vandamikið at súkkla millum bilarnar. Hetta, tí vit stórt sæð ikki hava gjørt súkklubreytir í Føroyum, samstundis sum bilferðslan
er vaksin.

Spyrt tú føroyingar, ið hava búð uttanlands, um teir súkklaðu har, er svarið nærum altíð ja. Summir av hesum nýheimkomnu føroyingum síggjast súkkla, men gevast tó sum frálíður. Fólkaheilsuráðið metir hetta vera óheppið, tí um fólkið ikki súkklar, verður hetta økið helst ikki raðfest, tá talan um súkklubreytir.

Í sambandi við, at súkklan hjá Fólkaheilsuráðnum varð tikin í nýtslu, hevði Kosttoymið vitjan av nýggja stjóranum á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Brynhild Høgnadóttir, ið eisini handaði súkkluhjálmar til Fólkaheilsuráðið og Boga Andreasen, lim í Tórshavnar býráð. Bogi Andreasen er eisini talsmaður fyri at súkkla verður meira í Tórshavn í framtíðini. Í Tórshavnar býráð kanna tey, hvussu tað kann gerast einfaldari at súkkla í Havnargøtum, t.d. við at gera líknandi skipanir sum í útlondum, har møguleiki er at leiga eina súkklu í styttri tíðarskeið.

Ein súkkla kann vera eitt hent og heilsugott amboð hjá arbeiðsplássum at brúka í arbeiðsdegnum til stutt ørindi ístaðin fyri at nýta bilin. Um onnur arbeiðspláss hava hug at ogna sær eina slíka súkklu, og marknaðarføra seg á ein øðrvísi hátt, ella kanska geva eina øðrvísi starvsfólkajólagávu. Súkklan kann bíleggjast frá http://logocykler.dk/

(grams.fo 9.10.2011)