Nú fer Fólkaheilsuráðið aftur at bjóða roykjarum at melda seg til sms-skipanina til at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan at roykja. Sum áður verður tað so, at tú fært eini stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, hetta verður dagliga í tann fyrsta mánaðin, og hareftir tvey sms um vikuna! Átakið er í sambandi við, at altjóða tubbaksfríi dagurin nú stundar til.

Melda til við at senda eitt sms við tekstinum: gevst til 1919.

Tað var í januar í ár, at fór Fólkaheilsuráðið undir at bjóða roykjarum at melda seg til ein nýggjan hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan at roykja.

Tað var í november í fjør at fyrireikingarnar til átakið, sum skuldi minka um roykingina í landinum, fór í gongd. Hetta var gørt sum eitt tilboð til allar roykjarar, at møguligt skuldi vera at melda seg til eina sms-skipan, har roykjarin, sum vildi leggja av, fekk eini sms-boð við einum stimbrandi boðskapi í tveir mánaðir. Fólk kundu melda seg til nakrar dagar undan stóra degnum, og tey fingu síðani javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, ið stuðlaði teimum í at halda fast við sína avgerð.

Roykiátakið hevur havt so stóra vælvild millum fólkið og undirtøkan hevur verið sera góð. Tilmeldingarnar vóru nakað meira enn túsund í tali, og leystliga hava vit mett, at eini sekshundrað hava fulført ført ætlanina um at leggja av.

 
Hetta meta vit útrá, at hátturin hevur verið nógv royndur uttanlands og við góðum úrslitum. Cochrane Institute hevur gjørt kanningar og metingar av slíkum tiltøkum, og tey eru komin eftir, at umleið helvtin av teimum, ið melda seg til átak sum hetta, gerast roykfrí. Tó skal tað fyrivarni takast, tá eingin kanning er knýtt at átakinum, og ilt er at meta um, hvussu nógv koma ígjøgnum roykfrí í hinum endanum.


Ein onnur ábending er innflutningur av tubbaki, men her er so mikið av tíðarmuni millum veitingarnar, sum koma higar til lands, og tíðarskeiðið, tá sjálv sølan fer fram, so tað er ikki tað, tú í fyrstu atløgu kanst brúka til at gera metingar eftir, hvussu stórt brúkið av tubbaki er.


Harafturímóti er sølan av tubbaki verd at hefta seg við, tá krambúðir og samtøk annars hava neyv hagtøl yvir søluna. T.d. hava vit fingið ábendingar frá einum samtaki, at sølan av tubbaki hjá teimum er farin rættiliga nógv niður, tá hugt verður at tølunum frá viku 1 til viku 9 í ár. Her er sølan minkað við meira enn 10 prosentum fyri hetta tíðarskeiðið. Tó skal tað fyrivarni nevnast, at hetta er bert fyri tveir av handlunum í einum av teim stóru samtøkunum, sum eru ávikavist í Klaksvík og Havnini, men hetta er ivaleyst umboðandi fyri søluna sum heild fyri hetta tíðarskeiðið, men tað vita vit kortini ikki. Vit gleðast sjálvandi um hesa afturgongd í søluni hjá krambúðunum og vóna, at tær fara at selja so mikið meira av frukt og grønmeti í staðin. Í hvussu so er, mæla vit fólki til at seta okkurt gott í staðin fyri tubbakið – her er frukt og grønmeti eitt gott boð.
 
sms-boð:
·         Tað kann vera, at tú ikki følir teg betur. Men tú hevur tó meira luft og betri kondi, tí blóðið er nú reinsað fyri koltvíiltu.
·         Andin hjá tær er blivin frískari, og andlitið hevur fingið betri dæmi. At gevast at roykja steðgar rukkunum, og húðin gerst ikki so skjótt gomul.
·         Hostin um morgunin og slímið í hálsinum er næstan burtur. Tú kennir tað, sum tú hevur tak á tí. óført!

·         Hvørt einasta ár gevast umleið 1000 føroyingar at roykja. Í ár ert tú ein av teimum. Til lukku við tí J