Høgni Kunoy Dávason

Gerandishetjan er Høgni Kunoy Dávason

Á Fólkaheilsuráðstevnuni í dag, har millum 3-400 fólk vóru savnað í Norðurlandahúsinum, varð Gerandishetjan 2017 avdúkað. Faðir Høgna tók ímóti virðislønini, sum er eitt skreytblað saman við einum kekki uppá 5.000,- krónur. Høgni sjálvur er uttanlands í sambandi við kappingar.


Drongurin við svarta beltinum hevur fingið heiðurin: "Gerandishetjan". Hann hevur saman við foreldrum sínum tikið stig til at seta ítróttargrein á stovn, eitt átak, sum virkar samlandi fyri bæði ung og gomul. 
 
Uppskotstillarin hevur millum annað sagt soleiðis: “...sjúkan hjá Høgna hevur havt við sær, at vit onnur venja saman við honum, og fáa harvið bæði betra okkara likamliga og sálarliga heilsu. Tey hava lagt sál og orku í at venjingar eru (...) nærum árið runt.”
 
Vit meta, at Høgni við sínari familju hevur, hóast likamligar avbjóðingar, megna at gjørt nakað munagott innan heilsufremjan fyri seg sjálvan og onnur.