Hálkuverjur

Nú veturin er komin og hálka kann væntast, eru tað nógv, serliga eldri fólk, sum aftra seg at fara út, tí tey eru bangin fyri at detta í hálkuni.


Í handlum, sum selja frítíðarskógvar eru ymiskar hálkuverjur at spenna upp á skógvarnar, sum verja ímóti at detta, tá tað er hált. T.d. finnast hálkuketur til skógvar, og eisini finnast onnur sløg av hálkuverjum at spenna upp á skógvarnar.

Tað er umráðandi at røra seg dagliga, og um ein heldur seg inni vegna hálku, kann loysnin vera at brúka hálkuverjur.