Heystrøringur

– rørsla fyri øll, serliga fyri skúlabørnum saman við familjum.

Í heystfrítíðini ber til hjá øllum, at fara til allan líkan og ólíkan ítrótt. Tað ber til hjá ommum, abbum, mostrum, fastrum, mammubeiggjum, ommubeiggjum, pápabeiggjum, abbabeiggjum, systrum, beiggjum, gubbum, gummum, mammum, pápum, synum, døtrum, ja, snøgtsagt øllum, at royna alskins forkunnugan ítrótt. Um tit vilja rógva, skjóta við byrsu, spæla tennis, badminton, flogbólt, borðtennis, súkkla, kasta spjótkast, golf, judo... alt er møguligt og hjá øllum. Royndum og óroyndum.


Yvir 20 ítróttarfeløg kring landið lata dyrnar upp og bjóða teimum, ið hava hug at royna teirra ítrótt, ella bara hava hug at røra seg, at koma á gátt.

Ætlanin er júst, at fólk, ið ikki hava roynt at rógva ella at skjóta við boga og píli o.s.fr. fáa høvi at royna seg.
Tiltøkini vera kring alt landið, í døgunum frá 11. til 16. oktober. Tvs. í heystfrítíðini.
Eitt gott høvi hjá ommum og abbum at taka ommubørnini við út at røra seg.

Ítróttafeløgini skipa fyri, saman við ÍSF og Fólkaheilsuráðnum.