Hvussu grønt er grasið?

Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at kanna, hvussu nøgd vit eru við lívið í Føroyum. Vit hava varhugan av, at vit hava tað gott. Vit kenna okkum trygg, tá vit eru úti. Vit hava reinasta vatnið beint úr krananum. Nógv av okkum búgva í stórum húsum. Vit eru rættuliga líka, tá tað kemur til ríkidømi, og so framvegis.

Kortini er myndin ein onnur, tá vit eru í almenna rúminum. Tá vit kjakast við vinir og kenningar. Og tá vit hoyra og lesa fleiri av miðlunum. Vit grenja.

Ein Gallup-kanning fer í gongd seinni í hesi vikuni, har vit fara at spyrja alskyns spurningar. Til dømis, um tú hevur nakran at hjálpa tær, tá tú kemur í trupulleikar. Ella um tú kennir teg tryggan á gøtuni. Vónandi fara tit at taka væl ímóti spurnarkanningini, og taka tykkum stundir at svara spurningunum.

Brot úr tíðindasending hjá Kringvarpinum, 2. februar 2012

[audio=http://dl.dropbox.com/u/100488758/Eydnukanning-1.mp3]