ÍSF skipar fyri verkætlanini Leikmeti

Ítróttasamband Føroya hava í eina tíð arbeitt við eini verkætlan, sum verður nevnd leikmeti. Fólkaheilsuráðið hevur stulað ÍSF við verkætlanini. 

ÍSF tekur áheitanina frá landstýrismanninum um tilnevningina av Kostárinum í størsta álvara.

Føroysk børn og ung eta ov lítið av frukt og grønmeti og tey eta ov nógv sukur. Umleið 2/3 av fólkaskúlanæmingunum eru limur í einum ítróttafelag og flestu teirra luttaka eisini í kappingum. 

Ítróttasamband Føroya hevur gjørt eina avtalu við Føroya Keypssamtøku um at ítróttafeløg kunna keypa frukt og grønmeti við avsláttri. 

Leikmeti er skorin frukt og grønmeti, koyrt í bikør. Leikmeti er ein heilsugóður millummáli, tá ið ein er virkin. 

Tá feløgini undir Ítróttasambandi Føroya skipa fyri kappingum, legum og so framvegis, kunnu tey bíleggja og keypa kassar av frukt, grønmeti og bikør, sum síðani vera seld. 

9. mai 2011 verður verkætlanin sett í verk og tá verður møguleiki fyri at kunna seg nærri á heimasíðunum www.isf.fo og www.fk.fo

Fyrst fáa ítróttafeløgini ókeypis amboðskassa, við øllum tí í, sum skal brúkast til at fyrireika leikmeti.