53 flokkar hava meldað seg til Ársins roykfríi skúli 2013

53 flokkar hava meldað seg
til kappingina “Ársins roykfríi skúli 2013”



Í gjár kl. 17 var freistin
úti at melda seg til Ársins roykfría skúla 2013, og tá høvdu 53 flokkar frá 5. til
10. flokk meldað seg til kappingina. Hetta eru 21 fleiri enn í fjør, tá 32
flokkar meldaðu til kappingina.



Aftur
í ár tørnar Fólkaheilsuráðið út við kappingini um Ársins roykfría skúla 2013. Í
fjør var tað 6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt, sum vann skúla sínum tann
heiður at vera Ársins roykfríi skúli. Tá luttóku 32 skúlaflokkar kring alt
landið í kappingini, har flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 10.
september til 10. oktober. Tað bar á mál hjá 20 flokkum og í einum lutakasti
var tað so, at hesin flokkur vann.


Umframt at vinna skúla sínum heiðursplátu sum váttan fyri vinningin, verður
flokkurin eisini boðin til eitt spennandi kvøld í Bowlinghøllini á Hálsi
við mati, bowling, tónleiki
og vatnbóltum.