60 tons upp í royk

Seinnapartin hava vit fingið
eitt sindur av hoyggi, sum í nøgd svarar til tað, ið roykt verður uppá ein seinnapart.

Nøgdin, ið roykt verður um árið í Føroyum, er útvið 60 tonsum av tubakki, tað eru eini 5 tons um mánaðin.



Liggur tú inni við
hoyggi, sum av einhvørji orsøk ikki verður brúkt, lat okkum hoyra frá tær, og
vit brúka tað fegin til eitt stórt bál í máimánaði. Soleiðis vilja vit varpa
ljós á royking í nøgd og ikki minst, hvat kostanðurin er.



Ring 515155 ella skriva
til
olavur@folkaheilsa.fo