8.a í Vágs skúla vann kappingina

Ársins roykfríi skúli

Tað var 8.a í Vágs
skúla, sum vann kappingina Ársins roykfríi skúli 2017.

Vinningurin, ein
bragdadagur, har flokkurin sleppur at síga og fremja onnur brøgd, varð handaður
í gjár í Vágsskúla.

Tað var skúlastjórin
John Henrik Holm, sum handaði heiðursplátuna. John Henrik Holm situr sjálvur í
Fólkaheilsuráðnum, so hann hevði tikið ráðslims hattin á í gjár, umframt at
hann er skúlastjóri í Vági.

Hýrurin var góður á næmingum og lærarum; skúlastjórin
ynskti flokkinum og skúlanum til lukku. Flokslærarin hjá 8.a, Diana Müller, var
ógvuliga fegin um at flokkurin, sum hevði kappast fleiri ferðir um heitið,
endiliga hevði vunnið. Handaða silvurplátuna  við áskriftini “Ársins
roykfríi skúli 2017”, kemur at hanga í Vágs skúla og fer at minna á tann góða
roykfría vegin”.