90% av luttakarunum vóru menn

Vit
fegnast um góðu undirtøkuna til Fólkaheilsuráðstevnuna 2019 “Hvussu hevur tú tað, maður?”.



Kongshøll
í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju var fullsett við um 300 luttakarum. Í mun
til undanfarnu Fólkaheilsuráðstevnur vóru menninir væl umboðaðir. Heili 90% av
luttakarunum vóru menn, og tað eru vit ómetaliga glað fyri, sigur Magni Mohr,
formaður í Fólkaheilsuráðnum.



Evnini,
sum viðgjørd vórðu, vóru ymisk heilt frá týdninginum av likamligari rørslu og
styrki til sálarliga heilsu og lívstílsbroytingar. Har lagt varð fram, hvussu
stóran týdning, tað hevur at hugsa um heildina, og bæði hava tað likamliga og
sálarliga við.



Jacob
Uth, granskari, greiddi frá, hvat hendir í kroppinum, tá ið maðurin eldist og
gav vegleiðing í likamligari venjing og venjing, sum m.a. viðgerð
mannfólkasjúkuna, prostatakrabba.



Philip
Zimbardo, heimskendur amerikanskur sálarfrøðingur greiddi frá, hvønn týdning uppaling
av dreingjum hevur fyri heilsustøðuna hjá komandi ættarliði av monnum. Hann
vísti m.a. á ovurnýðslu av telduspølum og porno, sum nógvir dreingir gerast
bundnir av.



Suni
Poulsen, sálarfrøðingur, lýsti sálarligu heilsustøðuna hjá tí føroyska manninum.
Hann segði m.a., at orsøkin til munin á heilsustøðuni ímillum kynini er at
finna í tættum sum atferð, sannføring, lívfrøði og heilsutænastum. Súni gav
fleiri góð boð uppá, hvussu heilsuverkið kann betra støðuna hjá monnum, men
eisini, hvat maðurin sjálvur kann gera.



Arne
Vatnhamar, fjallaklintrari, greiddi frá, hvussu hann hevur megnað at seta sær
mál og gjøgnumføra tey, og helt tað vera avgerandi at hava mennandi mál. Mennandi
mál eru mál, sum krevja nógva orku at náa og sum flyta okkum sum menniskju.



Monika
Mohr greiddi frá verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, serstakt fyri menn. Hon
hevði biðið Niels Nattestad og Hanus H. Johannesen greiða frá, hvussu teir við
fyrimuni brúka ABC boðskapirnar í sínum gerandisdegi.
 



At
enda kjakaðust orðstýrarin Uni Holm Johannesen og Ólavur Ellefsen, formaður í
Javnstøðunevndini um, hvat er at gera við trupulleikan, at menn eru eftirbátar
á heilsuøkinum. Nógv uppskot vórðu havd á lofti, og við hesi ráðstevnu hava vit
fingið sett hol á arbeiðið at fáa heilsustøðuna hjá monnum á breddan og fáa betri
javnstøðu á heilsuøkinum.



Ráðstevnan
endaði við, at Sirið Stenberg, landstýriskvinna í heilsumálum, handaði
Fólkaheilsuvirðislønini 2019. Finn Johannessen, sum vit eisini kenna sum Bubu
fekk heiðurin, tí hann á sera ymiskan og fjølbroyttan hátt, hevur vunnið út til
føroyingar við bæði rørslu og tónleiki 
og verið
við til at skapa karmar um jaligan og uppbyggjandi felagsskap og samveru.



 



 



Fólkaheilsuráðið