900 tekningar, tað er met

 Met sett í
teknikappingini hjá Fólkaheilsuráðnum, 
900
tekningar frá børnum í aldrinum upp til 14 ár eru innkomnar.



Aftur í ár
skipar Fólkaheilsuráðið fyri teknikapping í sambandi við altjóða tubbaksfría
dagin. Í ár er met sett fyri mongdini av tekningum. Vit eru komin heilt uppá
900 tekningar, sum børn í aldrinum frá 0 til 14 ár hava sent inn. Tað eru
tríggir bólkar: børn undir 7 ár, 7-10 ár og 11-14 ár. Gávukekkar verða givnir
vinnarunum  í morgin í SMS; tað er
landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum fer at handa teir. Tað verða tveir
gávukekkar í elsta aldursbólkinum, tað kemst av, at 2000 árgangurin er eitt
serligt mál hjá Fólkaheilsuráðnum. Ætlandi skal hesin árgangur vera heilt
roykfríur.  Hesi eru 13 ár nú og eru
longu í vandabólkinum at gerast roykjarar. Tubbaksnýtslan í Føroyum er støðugt
fallandi, tað vísa bæði sølutølin og eisini sæst hetta í seinastu uppgerðini
fyri innflutningi av tubbaki, hetta verður fegnast um í Fólkaheilsuráðnum.