Samstarv millum kommunur og Fólkaheilsuráðið




Í samstarv við
Kommunufelagið hevði Fólkaheilsuráðið herfyri kunnandi fund fyri áhugaðum kommunum
um verkætlanina “ABC fyri sálarliga heilsu”. Endamálið var at fáa samstarv við
føroyskar kommunur, um at skapa góðar karmar fyri at føroyingar kunnu fremja sálarligu
heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum.



Fólkaheilsuráðið fer at
arbeiða við eini verkætlan í samstarvi við bæði kommunur, feløg og stovnar, um
hvussu vit á bestan hátt kunnu fremja sálarligu heilsuna hjá føroyingum gjøgnum
kunning, og við at skapa góðar karmar fyri heilsufremjandi virksemi fyri
borgararnar.



Vit fegnast um, at
kommunurnar vístu áhuga fyri hesi verkætlan, og fara tit at hoyra nærri um hesa
verkætlan komandi tíðina.



Kommunufelagið skrivar
soleiðis um fundin:



Sálarheilsa –
ein felags uppgáva



Fólkaheilsuráðið helt
mánadagin 12. juni fund fyri áhugaðum kommunum um verkætlanina ABC fyri
sálarliga heilsu
, har tey bæði Magni Mohr og Monika Mohr greiddu frá.



Sálarheilsan hjá okkum
øllum er av álvara komin á breddan seinnu árini, tí tað tykist vera á hesum
øki, at fólk kenna størstan trega og hjálparloysi í dagsins strongda samfelagi.



Frægasti hátturin at mótvirka hesum ráki man
vera, at vit geva hvørjum øðrum størri ans og hava pláss fyri teimum, sum
annars eru uttanfyri felagsskapin. Hetta er ein góð fyribyrging móti sálarligum
trýsti, ið ger fólk sjúk, ung sum eldri.



Fólkaheilsuráðið ætlar sær komandi tíðina at
arbeiða miðvíst innan trivnað í samstarvi við tey, sum skapa sosialu karmarnar
í okkara gerandisdegi. Í hesum sambandi vera kommunurnar væntandi ein týðandi
viðspælari í sálarheilsu-verkætlanini, tí tað er fyri stóran part kommunurnar,
sum leggja støðið undir trivnað og felagslív kring landið. Eisini verður hugsað
um felagsskapir innan ítrótt og annað frítíðarvirksemi, kirkju- og samkomulív,
eins og annað, sum fólk savnast saman um. Sum komið varð inn á á kunnandi
fundinum, er felagslívið jú longu virkið – tað snýr seg í stóran mun um at
samhugsa hesi tiltøk við hugsjónina aftanfyri verkætlanina: at gera fleiri fólk
virkin í sínum gerandisdegi, at tey koma uppí part í felagslívinum og at
gerandisdagurin hjá teimum fær eitt innihald, sum skapar nøgdsemi.



Aftaná framløguna var prátað um kommunala
leiklutin í verkætlanini, og her kom fram, at tað átti at verið lætt hjá
einstøku kommununi at sæð síni tilboð á trivnaðarøkinum í samanhangi við ABC
fyri sálarheilsu.



Tað er at vóna, at kommunurnar fara inn í eitt
gevandi samstarv við Fólkaheilsuráðið um verkætlanina, so vit fáa sjón fyri
søgn – at í felagsskapi røkka vit langt, hvørjum øðrum at gagni. Og tað er í
grundini í hesum felagsskapi, at kommunala virksemið er rótfest í!



(Kelda: http://www.kf.fo/S%C3%A1larheilsa%20%E2%80%93%20ein%20felags%20uppg%C3%A1va.aspx
)



 



 



Til ber at lesa meira um hesa verkætlan á: http://www.folkaheilsa.fo//abc+fyri+salarligari+heilsu.html