ABC røkkur nú enn fleiri í Føroyum

Ergoterapeutfelagið hevur tikið stig til at gerast partur av verkætlanini
ABC fyri sálarliga heilsu. 



Samstarvið í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hevur nú verið í gongd
í meira enn eitt ár. Áhugin fyri verkætlanini hevur verið stórur.
Fólkaheilsuráðið hevur fingið fyrispurningar frá ymiskum feløgum og stovnum um
at blíva partur av verkætlanini. Ergoterapeutfelagið hevur tikið endaligt stig
til at vera við í verkætlanini, og vil gera sítt til at gera tað lættari at
betra um sálarligu heilsuna í Føroyum og leggja dent á evnið. Í ABC
samstarvinum eru nú 18 stovnar, feløg og kommunur.


Samsvarar við hugsjónina hjá Ergoterapeutfelagnum



Ergoterapeutfelagið sigur soleiðis, um hví tey ynsktu at verða partur av
ABC fyri sálarliga heilsu:



”Ver virkin, ver saman, ver
hugbundin” samsvarar sera væl við hugsjónini hjá Ergoterapeutfelagnum um
týdningin at hava ein virknan gerandisdag alt lívið, við teimum førleikum og
teimum fyritreytum, vit menniskju hava. Vit meta, at tað er av alstórum
týdningi at seta sálarheilsu á dagskránna, so ljós verður varpað á
heilsufremjan og fyribyrgjan. Tí hevur Ergoterapeutfelagið avgjørt at gerast
ein partur av ABC verkætlanini og vit gleða okkum til samstarvið.
 




ABC samstarvið



Í verkætlanini er eitt toymi av
samskiparum úr 18 ymiskum stovnum, feløgum og kommunum í Føroyum.
Samstarvsfelagarnir møtast fýra ferðir um árið og fáa gjølla kunning,
undirvísing og møguleika fyri at kjakast og hugleiða um átøk, sum kunnu setast
í verk innan økið. Samstarvsfelagarnir eru ein týdningarmikil partur av
verkætlanini, tí samstarvsfelagar kunnu skapa góðar karmar og møguleika fyri at
skapa eitt sálarliga heilsufremjandi umhvørvið og møguleika fyri at gerast
partur av sosialum felagsskapi í Føroyum.



ABC fyri sálarliga heilsu er ein
verkætlan, sum við boðskapinum; ver virkin, ver saman og ver hugbundin, vil
vísa á, hvussu einfalt tað kann vera at styrkja sálarligu heilsuna. 

Fyri meira kunning, trýst her.