ABC RUDDINGARDAGUR Í VÁGI

Vágs
kommuna gjørdist í fjør partur av ABC fyri sálarliga heilsu, eitt samstarv sum
Fólkaheilsuráðið hevur sett á stovn millum stovnar, fyritøkur, kommunur og
onnur í Føroyum.



Vágs
kommuna skrivar á heimasíðuni, at árligi ruddingardagurin í Vági, sum verður
leygardagin 28. apríl verður í ár skipaður sum eitt ABC - tiltak, har borgarar
í Vágs kommunu eru virkin saman, bæði likamliga og sosialt, og eru hugbundin um
uppgávuna (at rudda) - og eru hetta nettupp kjarnuhugtøkini í ABC fyri
sálarliga heilsu.



Vit fegnast
um, at Vágs kommuna brúkar boðskapin í ABC fyri sálarliga heilsu til at gera
árliga ruddingardagin til eitt ABC tiltak. Við at leggja dent á at vera virkin,
saman og hugbundin í onkrum, ið gevur meingin fyri okkum, ber til at gera eitt
verandi átak sum ruddingardagin í Vági, til eitt átak ið bæði fremur umhvørvið
og sálarligu heilsuna hjá borgarunum.



Ruddingardagurin
28. apríl og plantupakkar

Vágs kommununa skrivar, at leygardagin 28. apríl 2018 verður árliga grøna
átakið í Vágs kommunu við ruddingardegi, har borgarar eisini fáa
plantupakkar. 



Dagurin
byrjar við morgunmati í Miðlatúni, sum verður frá kl. 9.00 til kl. 10.00. So
verður farið at rudda. Í Miðlatúni eru ruskposar, sum fólk kunnu taka við sær,
tá farið verður at rudda.



Ruddingin
verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum
rudda í egnum nærumhvørvi.



Ruddingardagin
verður tikið upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at
ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar,
hjallar og annað.



Ruddað
verður fram til middags, tá suppa verður bjóðað í Miðlatúni.

Plantupakkar verða eisini latnir tá fólk koma aftur í Miðlatún at fáa sær
suppu. Í plantupakkunum eru runnar og trø.



Vágs
kommuna bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin at taka eina hond í at fríðka,
nú summarið nærkast.



Fólkaheilsuráðið
ynskir borgarunum í Vágs kommunu ein góðan og hugnaligan ABC ruddingardag.