ABC tiltøkini taka skap og byrja í mai




Slóða fyri í Klaksvík og Rørslufagnaður í Havnini




Komandi ABC tiltøkini
verða longu í mai. ABC verður t.d. partur av umhvørvisátakinum “Slóða fyri” í
Klaksvíkar kommunu, møguliga partur av ruddingardegnum í Sunda kommunu, og Fólkaheilsuráðið
skipar saman við Tórshavnar kommunu fyri einum stórum ABC tiltakið síðst í mai,
ið eitur “Rørslufagnaður.



Fjórði ABC
samstarvsfundur
var í gjár, har Fólkaheilsuráðið kunnaði samstarvsfelagar um
gongdina í ABC verkætlanini, og hvørjar ætlanir Fólkaheilsuráðið hevur fyri
komandi tíðina. Samstarvsfelagarnir byrja nú í størri mun at taka ABC
verkætlanina til sín og finna útav, hvussu teir ynskja at skapa karmar fyri
virksemi, sum kann virka sálarliga heilsufremjandi. Eisini løgdu vit ætlanir
fyri altjóða sálarheilsudagin, ið verður 10. oktober.



Les meira um samstarvsfundin