ABC toymið telur nú 20 samstarvsfelagar

Toymið í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hevur
verið støðugt vaksandi seinastu tíðina. Ergoterapeutfelagið og Barna- og
ungdómspsykiatriska toymið blivu fyri stuttum partur av verkætlanini. Nú kann
Fólkaheilsuráðið avdúka, at eisini Fysioterapeutfelag Føroya, hevur tikið stig
til at vera við.



“Vit hava nú ein sera breiðan skara av samstarvsfeløgum í
verkætlanini hjá okkum, og tað er ómetaliga gott. Hetta hevur m.a. við sær, at
fleiri og fleiri møguleikar eru hjá ymisku feløgunum, stovnunum og kommununum
at samstarva. Nýggj samstørv kunnu skapa nýggj og spennandi átøk, sum kunnu
gagna borgarunum so spennandi verður at síggja, um nýggj samstørv spretta bæði
innanhýsis í ABC toyminum og uttanhýsis í 2019” sigur Monika Mohr, ABC
verkætlanarfólk í Fólkaheilsuráðnum. ABC toymið fevnir nú um 20 ymisk feløg,
stovnar og kommunur kring alt landið og Fólkaheilsuráðið fegnast um vaksandi
áhugan fyri verkætlanini.



Fysioterapeutfelag Føroya sigur soleiðis um teirra nýggja
leiklut í verkætlanini:

"Fysioterapeutfelag
Føroya gleðist um at gerast ein partur av samstarvinum ABC fyri sálarliga
heilsu. Vit meta, at eins og kropslig heilsa hevur týdning fyri at
menniskju hava ein virknan og sjálvstøðugan gerandisdag, so hevur sálarlig
heilsa stóran týdning fyri, at menniskju kunna verða virkin, bæði sum
einstaklingar og sum ein partur av samfelagnum."



Fysioterapeutfelag Føroya viðurkennir sostatt tað, sum
Fólkaheilsuráðið strembar eftir, nevniliga at tað hevur líka stóran týdning at
leggja dent á sálarliga heilsuna eins og kropsligu heilsuna, eisini tá tað
viðvíkur ein virknan og sjálvstøðugan gerandisdag. Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum
heldur, at tað er gott, at Fysioterapeutfelag Føroya er blivið partur av
verkætlanini og vónar, at fleiri leggjast afturat.



Fólkaheilsuráðið