ABC við á SSP døgunum hjá 7.flokkunum í Tórshavnar kommunu

Í døgunum 21. - 23. februar skipar SSP fyri áhugaverdum SSP døgum fyri
øllum næmingum úr 7. flokkunum í Tórshavnar Kommunu. Í ár er evnið “Ung og
Lívið”, og her verður høvuðsdentur lagdur á “sálarligan trivnað”, sum vit í
Fólkaheilsuráðnum nevna sálarliga heilsu.


Í hesum sambandi varð heitt á Fólkaheilsuráðið um at hava fyrilestur um
sálarliga heilsu við Moniku Mohr. Lærarar og einir 350 næmingar úr kommununi
vóru savnaðir til fyrilestur um ABC fyri sálarliga heilsu í bæði Skúlanum við Løgmannabreyt
og Skúlanum á Argjahamri. Næmingarnir tóktust áhugaðir og hugbundnir og vóru ómetaliga
fittir.



Eftir fyrilesturin arbeiða næmingarnir við evninum “sálarligur trivnaður” á
ymiskan hátt í flokkinum saman við lærarunum. Átakið endar við, at allir
næmingarnir í Tórshavnar Kommunu seinasta dagin verða savnaðir til eitt tiltak við
alskyns spennandi virksemi og fáa høvi at møta øðrum javnaldrum, har ABC helst
av álvara kemur í hásæti.



Vit fegnast um at fáa møguleika at breiða boðskapin út til tey ungu, um
hvussu tey kunnu trívast betur og gerast tilvitað um, hvat sálarlig heilsa er.