ABC vikan væleydnað

ABC vikan er nú farin aftur um bak. Í ABC vikuni, ið var
t. 8. - 14. oktober, vóru fimm filmar kunngjørdir og fleiri ymisk átøk vóru gjøgnum
vikuna. Endamálið við ABC vikuni var at varpa ljós á sálarliga heilsu við
verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið stendur fyri.



Vit hava varhugan av, at tað við ABC kampanjuni eydnaðist
at røkka eini stórari fjøld í Føroyum og í størri mun skapa tilvit um, hvussu
ein kann betra um og varðveita góða sálarliga heilsu. Tað eru vit ómetaliga
glað fyri.



Tikið væl ímóti
ABC filmunum



Ein filmur bleiv kunngjørdur hvønn gerandisdag í vikuni
og eru allir filmarnir tilsamans blivnir vístir umleið 104.000 ferðir – og hetta
bert á Facebook og Instagram síðunum hjá okkum. Fólk hava tikið væl ímóti filmunum.
Summi hava tikið stig til sjálvi at blíva vitjunarvinur, eftir at hava sæð ein film
um eina ommudóttur og ommu, sum eru vitjunarvinir saman – so á tann hátt er
herferðin sera væleydnað.   



Við fimm filmum við ymiskum føroyingum sum tókust við
ymiskt virksemi, vístu vit á, hvussu einfalt tað kann vera at styrkja sína
sálarligu heilsu, og hvønn týdning slíkt virksemi hevur fyri tey. Í ABC kappingini
hjá okkum, ið snúði seg um “hvat ger teg glaða/glaðan” var afturvendandi í
viðmerkingunum, at familja, vinir og ymiskt frítíðarvirksemi ein kann hugbinda
seg í, er við til at skapa gleði millum føroyingar.



Ein rúgva av
átøkum kring landið



ABC samstarvsfelagar skipaðu eisini fyri ymiskum tiltøkum
í ABC vikuni: vitjað varð á skúlum, dagstovnum og innan ymisk verandi átøk
innan eldraøki í Klaksvíkar-, Sunda-, Tórshavnar- og Tvøroyrar kommunu, og
meira almenn tiltøk sum “gakk og renn” og “verkstova um at vera sjálvboðin”
vóru eisini.  



ÍSF skipaði fyri Bocca á Boanesheiminum, Gigni skipaði
fyri felags foreldrabólki, Sinnisbati skipaði fyri Altjóða sálarheilsudegnum í
Østrøm saman við fleiri øðrum, og Lívdin og Blái Krossur Føroya høvdu meira innanhýsis átøk. Felags
fyri øll átøk var, at tey løgdu dent á evnið sálarliga heilsu við at vera
virkin, vera saman og vera hugbundin.



Útvarpssendingin Nón setti millum annað eisini veruliga evnið
sálarliga heilsu á breddan gjøgnum vikuna, og ein heildarætlan bleiv kunngjørd á
altjóða sálarheilsudegnum, “Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum”, har tað
bleiv viðmælt at Fólkaheilsuráðið heldur fram við og styrkir verkætlanina ABC
fyri sálarliga heilsu.
          

Enn eitt ABC átak í vikuni



Í sambandi við Heystfagnaðin í SMS hesa vikuna, er ein ABC krókur á
torginum týsdag og mikudag frá kl.10-17. Fríggjadagin eru ymiskir ABC
samstarvsfelagar á torginum frá kl.12-17, har høvi er at hoyra um og royna
ymiskt virksemi, ið ein kann ganga til í Føroyum.
                                     



Her kanst tú síggja teir fimm ABC filmarnar: http://www.folkaheilsa.fo/news-abcvikan+2018+fimm+filmar.htm