ABC-samstarvið hevur fingið enn eina kommunu afturat sær

Tvøroyrar kommuna samtykti í mars 2018, at tey ynsktu at
gerast partur av samstarvinum í verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum,
ABC fyri sálarliga heilsu. Hetta eru vit
fegin um, og vit bjóða Tvøroyrar kommunu vælkomnum í samstarvið. Vit gleða
okkum til at fylgja við, hvussu tey fara at seta átakið í verk og skapa karmar
fyri betri sálarligum heilsuumhvørvi í kommununi. Bjarni Nyggard, ið er
trivnaðarfólk í kommununi, verður ABC samskipari. Í Suðuroynni umboða bæði Vágs
kommuna og Tvøroyrar kommuna ABC fyri sálarliga heilsu.
 



Sostatt eru í løtuni 18 kommunur, stovnar og feløg við
til at betra um karmarnar fyri sálarliga heilsufremjandi arbeiði í Føroyum.



Í ABC samstarvinum eru hesir samstarvsfelagar: Føroya
Skótaráð, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur
Føroya, Sinnisbati, Lívdin, Ítróttarsamband Føroya, Parasport Føroya, Gigni,
Almannaverkið, SSP, Klaksvíkar kommuna, Sunda kommuna, Tórshavnar kommuna, Vága
kommuna, Vágs kommuna, Tvøroyrar kommuna og Kommunufelagið.