Áhugaverd ABC ráðstevna í Norra

Vit vóru á áhugaverdari ABC ráðstevnu í Oslo í síðstu viku. Vit fingu nógva nýggja vitan innan økið, og fingu eisini høvi at deila okkara royndir við ABC arbeiðinum í Føroyum, og geva øðrum íblástur.

Tað var fantastiskt at møta ABC stigtakaranum úr Avstralia, Rob Donovan, sum fyri 12 árum síðani byrjaði at arbeiða við verkætlanini. Eisini møttu vit Vibeke Koushede, sum stendur á odda fyri ABC í Danmark og Ruth Donovan, ABC ambassadør, sum tann fyrsta tók ABC við sær til Norra.

Á ráðstevnuni fingu vit innlit í, at vit á summum økjum eru framman fyri Norra, hóast tey byrjaðu uppá verkætlanina áðrenn vit. Vit halda, at ABC hóskar væl til eitt lítið samfelag sum Føroyar, og hava góðar vónir um arbeiði framyvir.