Løtumyndir frá Rørslufagnaðinum í Tórshavnar kommunu

Fyri góðum mánaði síðani
var Rørslufagnaður í Tórshavnar kommunu fyri aðru ferð.
Eini 2500 fólk í øllum
aldri hugnaðu sær saman í Gundadali. 

Tað ber til at gera ABC uppá alskyns
mátar. Sum filmurin vísir ber til at ganga, spæla krabbagággu, fótbólt, telva,
tekna, vera við í togtogan ella stimbra sansirnir á einum sansibana.
Hvussu ert tú virkin, saman og hugbundin?

Ver virkin, ver saman, ver hugbundin - tað er ABC fyri sálarliga heilsu :)