Endamál ráðsins

Fólkaheilsuráðið hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri
heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og
heilsuverkinum. 




At ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk,



At styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk við
ráðgeving og stuðuli til royndar- og menningararbeiði kring landið.



At taka stig til kanningar og útgreiðingar, sum eiga at verða framdar
sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini
meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi
tiltøkum.



At stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum.



At skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í
fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd.