ESPAD kanningin 2015


ESPAD kanningar í Føroyum
hava verið gjørdar 4. hvørt ár síðani 1995.



Kanningin verður gjørd í 35
londum í Evropa.



Stavirnir umboða: European
School Survey Project on Alcohol and Other drugs.



Deildin fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu saman við Fólkaheilsuráðnum hevur
 
allan mars mánað ferðast kring landið og kannað støðuna hjá 9. floks næmingunum.
Hetta er 6. ferðin at ESPAD kanningin er gjørd í Føroyum. Av teimum 671
næmingunum, sum ganga í 9. flokki í ár, hava 579 teirra svarað spurnablaðnum, sum
fyllir einar 20 síður. Ymiskar umstøður hava gjørt, at 92 teirra ikki hava
svarað. Í støðum hevur luttøkan kortini verið 100%, meðan í øðrum førum hevur
mannfallið verið stórt; hetta kemst millum annað av, at árstíðin hevur havt
krím við sær.
  Tó skal sigast, at vit eru
væl nøgd við, at 86% hava svarað. Hetta skuldi verið góð umboðan fyri árgangin
og sostatt givið álítandi tøl at gera okkara metingar út frá.




Næmingarnir hava sitið við hesum
spurnablaði, sum um teir vóru til roynd. Vit kunnaðu tey um, at svarini eru
loynilig, og at vit
  ikki samanbera
skúlar í Føroyum, men bert samanbera okkum við hini londini og soleiðis gera
okkara metingar av støðuni hjá hesum árgangi. Hetta eru virðismiklar dátur, tá
vit longu hava dátur fyri tey seinastu tjúgu árini.




Kanningin fevnir millum annað um
rúsdrekka og rúsevni, umframt at stórur
 
áhugi er at vita, hvussu støðan er í mun til dagliga royking hjá hesum
ungu. Eftir at hava ferðast kring landið og annars havt samband við skúlarnar,
tora vit at siga, at talan er um markant fall í talinum av dagligum roykjarum í
aldursbólkinum; hetta fáa vit tó ikki sagt meira um, fyrrenn vit hava eina
endaliga frágreiðing.




Komandi ár kemur so tann stóra ESPAD
frágreiðingin, har øll hini londini eisini eru umboðað, og tá fáa vit so høvið
at samanbera okkum við bæði grannalond og øll hini londini kring Evropa.




Seinasta ESPAD kanning, sum var gjørd,
er frá 2011 og samandráttur
  úr henni
kann lesast í virkisfrágreiðingini 2008-2013, sum er at finna á heimasíðuni hjá
Ráðnum.




http://www.folkaheilsa.fo/faldarar.html